Privatlívspolitikkur
Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.
Hvørji vit eru
Heimasíða: https://www.havgrim.fo.
Hvørjar persónligar upplýsingar vit samla og hví
Viðmerkingar
Tá vitjandi viðmerkja á hesi heimasíðu, heinta vit teir upplýsingar, ið eru sjónligir á viðmerkingarfrymlinum, saman við IP-addressuni og útgávu á netkaga (browser), fyri at hjálpa í mótir spam. Ein dulnevndur tekstur verður gjørdur úr teldupostbústaðinum (eisini kalla eitt hashviðri), sum kann verða útvegaður til Gravatar tænastuna, fyri at vita um tú nýtir hana. Gravatar hevur ein privatlívspolitikk, ið kann lesast her: https://automattic.com/privacy/. Eftir váttan av tíni viðmerking, verður tín vangamynd sjónlig, í samband við tína viðmerking.
Miðlar
Um tú uppsendur myndir til heimasíðuna, skalt tú helst uppsenda myndir uttan staðfestingsupplýsingar (EXIF GPS). Vitjandi á heimasíðuni kunnu taka myndir niður og lesa staðfestingsupplýsingar úr myndum.
Sambandsfrymlar
Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at hendan heimasíða kann nýta hesar upplýsingar til, at svara spurningum, tilboðum ella øðrum slagi av fyrispurningum, sum fylgir endamálinum hjá frymilinum.
Vanliga verður spurgt eftir: teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, og telefonnummari.
Tíðindabræv
Við at tilmelda teg til tíðindabræv verður teldupostbústaður tín lagdur í listan yvir tey, ið kunnu fáa boð umvegis teldupost, sum kunnu innihald upplýsingar um handils- ella lýsingartilfar, sum viðkemur hesi heimasíðu/tænastu. Tín teldupostbústaður kann eisini verða lagdur í listan, eftir at tú hevur tekna teg til hesa heimasíðu, ella gjørt eitt keyp á heimasíðuni.
Vanliga verður spurgt eftir: Fornavni, eftirnavni og teldupostbústaði.
Cookies
Um tú leggur eina viðmerking á okkara heimasíðu, loyvir tú okkum at goyma títt navn, tín teldupostbústað og heimasíðu í farsporum (cookies). Hetta er til tín hentleika, so tær ikki nýtist at tøppa inn tínar upplýsingar av nýggjum, tá tú leggur eini boð afturat á heimasíðuni. Hesi farspor eru galdandi í eitt ár.
Um tú hevur ein brúkara og innritar á hesa heimasíðu, seta vit eitt fyribils farspor fyri, at staðfesta um tín netkagi loyvir nýtslu av farsporum. Hetta farspor inniheldur ongar persónligar upplýsingar og verður strikað tá tú sløkkjur netkagan.
Tá tú innritar seta vit fleiri farspor, fyri at goyma tínar innritingarupplýsingar, tíni persónligu val og uppseting í umsitingini. Um tú velur “Minst til mín” undir innritan, heldur tín innritan í tvær vikur. Um tú útritar, verða øll farspor strikað.
Um tú broytir ella útgevur eina grein, verður enn eitt farspor lagt í tín netkaga. Hetta farsporð inniheldur ongar persónligar upplýsingar, og goymir einans eymerkingarnummari á greinini, sum tú júst hevur broyt. Hetta farspor fer úr gildið eftir einum degi.
Tilfar frá øðrum heimasíðum (embed)
Greinar á hesi heimasíðu kunnu innihalda tilfar frá øðrum síðum ella veitara (t.d. filmar, myndir, greinar, osfr.). Tilfar frá hesum heimasíðum uppførir seg á sama hátt, sum var tann vitjandi á hesum síðum.
Hesar heimasíður kunnu heinta upplýsingar um teg, brúka farspor, brúka sporing (tracking) frá triðjaparti, og hyggja eftir hvussu tú brúkar teirra tilfar á hesi síðu. Umframt hetta at spora hvussu tú nýtir teirra tilfar, á hesi síðu, um tú hevur ein brúkara, ella er innritaður á teirra heimasíðu.
Greining (analytics)
Google Analytics er ein netgreiningatænasta, sum er útvega av Google Inc. (“Google”). Google brúkar upplýsingar ið teir savna, at spora og greina brúkið av hesi heimasíðu, fyri at gera frágreiðingar um hendingar á síðuni, og deila tær við aðrar Google tænastur.
Google kann brúka hesar upplýsingar, at síggja samanhang og persónliggera lýsingar á sínum egna lýsingarplatformi.
Persónligir upplýsingar ið teir kunnu savna: Farspor og upplýsingar um brúk.
Viðgerðarstað: United States – Privacy Policy – Opt Out. Privacy Shield participant.
Facebook “Dáma”-knøttur og “Social Widgets” (Facebook, Inc. )
Facebook “Dáma”-knøtturin og “Social Widgets” eru tænastur, ið loyva samanspæl í millum hesa heimasíðu og sosiala miðilin hjá Facebook Inc.
Persónligir upplýsingar sum teir kunnu savna: Farspor og upplýsingar um brúkbrúksmynstur.
Viðgerðarstað: United States – Privacy Policy. Privacy Shield participant.
Hvussu leingi vit hava tínar upplýsingar
Um tú skrivar eina viðmerking, verður viðmerkingin og tað metadata, ið hoyrir til goymd í óavmarkaða tíð. Hetta er av teirri grund, at vit kunnu kenna brúkaran aftur og vátta øllum eftirfylgjandi viðmerkingum sjálvvirkandi, í staðin fyri at hava eina kø av viðmerkingum, sum skulu eftirhyggjast.
Fyri tey ið skráseta seg, sum brúkara á okkara heimasíðu (um møgulleiki er til tað), goyma vit teir persónligu upplýsingar, sum tey geva á teirra vanga. Allir brúkarar kunnu síggja, broyta og strika sínar persónligu upplýsingar til eina og hvørja tíð (undantikið at broyta brúkaranavn). Umsitararnir av heimasíðuni kunnu eisini síggja og broyta hesar upplýsingar.
Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar
Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur skrivað viðmerkingar, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg. Hetta er tó ikki í rokna teir upplýsingar, ið vit eru forplikta at goyma, fyri umsitingar-, lógar- ella trygdarávum.
Tíni rættindi sum skrásettur
Tá vit hava tínar persónsupplýsingar í varðveiðslu ella í viðgerð, hevur tú sum skrásettur altíð hesi rættindi:
- Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
- Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
- Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
- Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
- Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
- Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar ( millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
- Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.
Hvar vit senda tykkara upplýsingar
Viðmerkingar kunnu vera sendar ígjøgnum eitt automatisera spamfiltur.
Allir upplýsingar og data verða hýst í Onglandi.
Samband við okkum
Hotel Havgrím Seaside Hotel
Yvir við Strond 14
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Email: booking@havgrim.fo
Phone: +298 201400