Hvørt mansbarn í Føroyum hevur sæð stóru, eyðkendu, hvítu húsini – vanliga nevnd Kommandørhúsini – sum liggja framvið høvuðsvegnum Yviri við Strond í Havn. Tað munnu eisini vera mong, sum hava droymt um at búð har ella í minsta lagi sloppið inn at sæð húsini.
Nú húsini eru gjørd til hotel – Havgrím Seaside Hotel 1948 – er hetta møguligt.
Húsini, ið vórðu bygd í 1948, einans 3 ár aftaná seinna veraldarbardaga, eru eftir tátíðar føroyskum byggihátti sera serstøk. Neyvan finnast nøkur onnur hús av hesum slagi í Føroyum.
Tað var Havgrímur Johannesen úr Havn, sum lat húsini byggja. Eyðálvur á Heygum teknaði húsini soleiðis sum Havgrímur, við íblástri frá sínum mongu siglingartúrum til Stórabretlands, vildi hava tey at síggja út. Húsini skuldu hava eina hábærsliga inngongd, havastovu við trappu beinleiðis oman í havan, harrarúm og kamar til arbeiðsfólk.
Staðsetingin er serstøk og ikki sørt poetisk. Beint landsynningsvert úr húsunum er Eystfalssker, sum vit øll kenna frá sanginum hjá skaldinum Hans A. Djurhuus “í góðum veðri hann dyrgdi”.
Í 1948 flutti familjan Johannesen inn í herskapskendu húsini “har uppi við Eystfalssker.” Tíverri untist teimum ikki at verða búgvandi í heiminum, sum Havgrímur hevði lagt so nógva orku í at byggja. Fyrst í fimtiárunum skolaðu búskaparligir brotasjógvar yvir Føroyar, Sjóvinnubankin fór av knóranum og húsini yviri við Strond vórðu seld.
Danska sjóverjan keypti húsini, og hava til okkara dagar skiftandi danskir kommandørar við familjum sínum búð í húsunum, 21 í alt. Tað er tí ikki løgið, at húsini á mannamunni hava kallast Kommandørhúsini. Í móttøkuni á hotellinum hongur talva við nøvnunum á øllum teimum herovastum, sum hava búð í húsunum.
Seinasti kommandørurin flutti út í 2013 og varð avtala gjørd við danska statin um, at Føroya Landstýri skuldi yvirtaka húsini. Í 2016 valdi landstýrið tó at sleppa sær av við tey, og vórðu tey lýst til sølu.
Sp/f 06.06.2017 keypti ognina 1. februar 2017
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!