fo
Please wait...

Keypstreytir

Hvørji eru vit?

Øll keyp á heimasíðu okkara eru millum teg, sum kunda, og

Hotel Havgrím
Yvir við Strond 14
FO-100 Tórshavn
Telefon: +298 201400
E-Mail: booking@hotelhavgrim.fo
V-tal: 623016

Prísir

Allir prísir í nethandli okkara eru í donskum krónum og við mvg.

Gjald

Hotel Havgrím nýtir eina trygga gjalds-gateway frá Quickpay.

Allar kortupplýsingar verða sendar bronglaðar.

Gjaldast kann við:
Mastercard, VISA, Visa Electron

Gávukort

Gávukort keypt frá okkum eru sum útgangsstøði* galdandi í 3 ár, frá útgávudegnum, sambært keypilógini. Somuleiðis hevur tú við keyp av gávukort 14 dagar fullan aftursendingarrætt.

Virðið av gávukortinum kann altíð býtast um við aðrar vørur ella tænastur okkara. Nýtir tú ikki fullu upphæddina á gávukortinum, skriva vit nýggju upphæddina á keypta gávukortið, sum tó hevur sama útgongudag sum tað upprunaliga gávukortið.

Gávukort kunnu ikki býtast um við reiðan pening ella kontant gávukort. Tú kanst ikki veksla títt gávukort/gávubræv til eitt nýtt gávukort/gávubræv, og tú kanst ikki samla fleiri gávukort/gávubrøv til eitt nýtt.  

Títt gávukort er eitt handhaviprógv. Tað vil siga, at missur tú gávukorti burtur, kann hetta ikki endurgjaldast. Samstundis er tað altíð persónurin, sum hevur gávukortið um hendi, sum kann nýta tað. Gávukort eru at javnmeta við reiðan pening, sum heldur ikki kann endurgjaldast, um hesin verður mistur burtur. Gávukort kannu altíð nýtast við keypsprísi til allar tænastur á hotellið okkara.

*Er ein onnur freist/útgongudagur á gávukortinum/gávubrævinum verður hetta týðiliga tilskilað.

Gávubræv

Gávubrøv eru ikki gávukort. Munurin er, at gávubrøv eru galdandi til eina ávísa vøru ella ávísa tænastu. Gávubrøv kunnu somuleiðis hava serligar treytir, sum td. styttri lokadagar. Gávubrøv kunnu ikki býtast um við reiðan pening ella gávukort.

Tú kanst ikki veksla títt gávukort/gávubræv til eitt nýtt gávukort/gávubræv, og tú kanst ikki samla fleiri gávukort/gávubrøv til eitt nýtt.  

Bíleggingarváttan

Allar bíleggingar verða váttaðar sjálvvirkandi (umvegis teldupost). Ansa tí eftir, at teldupostbústaðurin er rætt skrivaður, áðrenn tú góðkennur bíleggingina. Um tú ikki hevur móttikið bílegginarváttanina, kanst tú fyrst kanna SPAM mappuna í teldupostinum.

Útflýggjan

Gávukort og aðrar fysiskar vørur verða útflýggjaðar umvegis Posta.
Hevur tú keypt vørur, sum skulu sendast fysiskt, verða hesar pakkaðar og sendar innan 2 gerandisdagar. Avgreiðslutíðin hjá Posta kann væntast at vera 2-7 dagar. Skal vøran sendast út um Føroyar kann avgreiðslutíðin væntast at vera longri.

Vøruflutningsgjald

Á allar bíleggingar sum skulu sendast fysiskt verður postgjald og avgreiðslugjald á 50 kr. til bústaðir í Føroyum, og 150 kr. til bústaðir uttanfyri Føroyar, lagt afturat bíleggingini. Ein annar valmøguleiki er at heinta vørurnar beinleiðis í móttøkuni á Hotellinum

Aftursendan/iðran

Vit veita 14 dagar iðranarrætt á óbrúktum vørum.
Iðrar tú keyp títt av gávukorti/gávubrævi, kanst tú seta teg í samband við Hotel Havgrím og upplýsa títt bíleggingarnummar. So ógilda vit gávukortið og seta peningin aftur á gjaldskortið, sum tú keypti við.

Er vøran fysisk, skal hon sendast aftur í upprunaligari innpakking.

Við umbýtan ella aftursendan skal vøran sendast til Hotel Havgrím og faktura/fakturakopi og returseðil skal leggjast við. Útreiðslur í samband við aftursendan verða goldnar av tær sum kunda. Við umbýtan gjalda vit postgjaldið fyri at senda vørurnar aftur til tín. Vit taka ikki ímóti vørum sendum við postkrav.

Við endurrindan av peningi hava vit tørv á hesum upplýsingum:

Vit endurrinda peningin sama dag, sum vit móttaka vørurnar.

Reklamatión

Vit veita 2 ára reklamatiónsrætt á øllum fysiskum vørum.

Nýtir tú tín reklamatiónsrætt umbýtir Hotel Havgrím vøruna.
Vit tilskila okkum rættin til at avvikla eina reklamatión við at útgjalda keypsprísin á vøruni.

Útreiðslur í samband við aftursendan, við gildiga reklamatión verður, eftir avtalu, goldið av Hotel Havgrím.